2024-04-19 20:10
Higartil eru 12 milliónir lætnar Varpinum, og nú verða tríggjar milliónir afturat játtaðar til Varpið.
Tað heldur fíggjarnevndin hjá løgtinginum.
Í uppskoti hjá tinglimum hjá Fólkaflokkinum í Norðoyggjum, var annars skotið upp at geva Varpinum fimm milliónir, men ein samd fíggjarnevnd er samd um tær tríggjar milliónirnar.
Fíggjarnevndin ger í álitinum vart við, at greiðar mannagongdir, fyri játtanir av hesum slag, eru neyðugar og eiga at verða settar í verk, áðrenn játtað verður til fleiri verkætlanir av hesum slag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald