Innanlands

Tríggir sniðgevar farnar saman um klædnahandil

Beinta Poulsen, Rebekka á Fjallinum og Durita Thomsen standa fyri trimum ymiskum føroyskum klædnamerkjum og hava nú handil saman á Niels Finsensgøtu 10

Handilshølini eita eftir hvar tey eru: NF10  (Mynd: Harriet Olafsdóttir Av Gørðum)

Handilshølini eita eftir hvar tey eru: NF10 (Mynd: Harriet Olafsdóttir Av Gørðum)

2023-07-25 18:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst í hesum mánaðinum lat ein nýggur og heldur øðrvísi handil upp á gongugøtuni í Havn.

Talan er um ein handil, ið er samansettur av trimum føroyskum klædnamerkjum. Tey eru Einstakt, Reka og Durita Thomsen.

Beinta Poulsen, Rebekka á Fjallinum og Durita Thomsen eru kvinnurnar handan merkini og handilin. Saman eru tær eitt toymi við drúgvum royndum innan klædnavinnuna, binding og seyming.

[object Object]

[object Object]
Mynd: Harriet Olafsdóttir Av Gørðum

Handilshølini hjá teimum eru í Niels Finsensgøtu 10, harav navnið NF10. Í NF10 er talan um vørur, sum eru sniðgivnar og framleiddar í Føroyum.

Í stuttari viðmerking siga tær tríggjar, ið sniðgeva og framleiða, at tær gleðast um at verða partur av gongugøtuni, sum meir og meir gerst ein miðdepil, har tað legst afturat við handlum, mat- og kaffistøðum.

- Hetta ríkar um miðbýarøkið og kann geva fólki eina mentanarliga heildaruppliving í høvuðsstaðnum, siga Beinta, Durita og Rebekka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder