Tað gekk við rúkandi ferð tá Norðurlandahúsið á middegi fríggjadagin setti atgongumerkini til Julius í Likkudali 2 til sølu. Upp á átta minuttir vóru allar tíggju sýningarnar næstan útseldar, og nú eru tríggjar sýningar settar til sølu afturat.
Hetta verða seinastu sýningarnar á hesum sinni, tí Norðurlandahúsið er upptikið í øðrum virksemi.
Frumsýningin verður 22. november, og tilsamans vera 13 sýningar fram til 1. desember.
Talan er um nýskrivaðan sangleik sum er ætlaður til alla familjuna. Í samstarvi við Beinir Troest Rasmussen eru fleiri nýggir sangir framleiddir til sangleikin.
Hetta er tveyarin av Julius í Likkudali, sum fyri tveimum árum síðani varð sýndur ferð eftir ferð fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum.
Fólk handan familjusangleikin
Leikstjóri - Sasho Bjartsson
Tónleikaframleiðari - Kristoffer Mørkere
Sangir - Beinir Troest Rasmussen
Kórskipari - Ásbjørn Berthelsen
Koreografur - Diana Hansen & Gunnrið Mikkelsen
Pallur - Glasir
Ljóssniðgevi - Villam Soo Joensen
Framleiðslustjóri - Sasho Bjartsson
Leikarar
Bjarki Virgarsson Trondesen
Petur Meinhard Ellebye Andersen
Andreas Samuelsen
Rógvi Brekku Dam
Julius í Likkudali
Dansarar
Jóhanna Rúnadóttir Hvannastein
Lóa Ragnarsdóttir Trier
Natasja Gaardbo á Løgmannsbø
Frida Bogadóttir
Katrin Støylen Mohr
Rósa Ranadóttir Christiansen
Eva í Stórustovu
Arnbjørg Jacobsen
Silja Trúgvadóttir
Gunnhild Oliva Gunnarsdóttir Højsted
Kórfólk
Ecaterina Mindru
Elisabeth Árting Mørk
Eva Kjelnæs Patursson
Jóna Reinert Joensen
Katrin Lilja Lamain
Mikala Á Heygum Niclasen
Olivia Reinert Joensen
Vera Alstrup Vang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald