
Føroyar hava enn ikki givið grønt ljós til ein nýggjan radara á Sornfelli sum partur av nýggjari avtalu, sum skal styrkja eftirlitið og verjuna í ríkisfelagsskapinum.
Tilsamans 1,5 mia. krónur eru settar av til endamálið.
Semingspartarnir, sum løgdu avtaluna fram seinnapartin, bíða enn eftir afturmeldingum úr Føroyum, segði danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, á tíðindafundinum, men mann væntar, at Føroyar fara at góðtaka avtaluna.
Á tíðindafundinum varð eisini gjørt vart við, at fleiri flokkar í Føroyum eru ónøgdir við mannagongdina, men tað er torført, tá so nógvir partar skulu uppí samstundis, segði Trine Bramsen, tá hon varð spurd um, hví hon ikki bíðaði við at leggja avtaluna fram, til undirtøka úr Føroyum og Grønlandi var tryggjað.
Vónin er, at Føroyar góðtaka radaran, men tað verður sjálvandi góðtikið, um Føroyar siga nei, segði hon.
Sambært avtaluni er eisini ætlan um at seta eina hernaðarútbúgving á stovn í Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald