Við at klippa umleið ein triðing av krúnunum, klára gomlu trøini í Havn betri at standa móti harða vindinum og tað økir um livitíðina.
Hesa vikuna verða trækrúnurnar í gomlu trøunum í miðbýnum í Havn kliptar. Tórshavnar kommuna, býargartnarin og skógrøktin hava fingið tveir arboristar frá fyritøkuni Henrik Ravn Træpleje til Føroya at klippa trúnurnar á trøunum.
Henrik Ravn Træpleje hevur nógvar royndir í felling, tilskering av og flyting av trøum.
Arbeiðið verður gjørt í í tøttum samstarvi við býargartnaran og skógrøktina.
Arbeiðið fer fram alla hesa vikuna. Í hesum sambandi lýsir Tórshavnar kommuna við, at Mylnugøta, frá Vágsbotni og niðan á Vaglið og partur av Húsabrúgv verður stongd fyri ferðslu í morgin og mikudagin millum klokkan 9 og 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald