Innanlands

Trolari fekk um skrúvuna

Partrolararnir Stelkur og Bakur máttu hava hjálp frá Brimli, tá ein teirra fekk um skrúvuna seinnapartin

2021-07-25 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin mátti vaktarskipið Brimil koma til hjálpar, tá partrolararnir Stelkur og Bakur fingu trupulleikar á Skálafjørðinum.

Talan var tó ikki um nakað álvarsamt. Bakur hevði fingið okkurt um skrúvuna, og mátti Stelkur hava hjálp at sleipa hann til bryggju.

Trolarin varð sleipaður trygt inn á Runavík, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder