Føroyski stuttfilmurin "Trøllabeiggi" hjá Gudmundi Helmsdal hevur seinastu tíðina verið á yvir 100 festivalum kring heimin og vunnið 84 virðislønir – seinast á Mumbai International Film Festival, sum er ein hin stórsti og mest víðagitni stuttfilmsfestivalinum í Suðurasia.
Filmurin varð fyrstu ferð sýndur á Geytakvøldinum í 2020, og varð hann eisini vístur í Havnar Bio og Filmsfelagnum tá, umframt í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Síðani hevur filmurin ikki verið vístur í Føroyum, og eru onkrar smávegis broytingar eisini gjørdar við filmin síðani tá. Mikukvøldið fáa føroyingar so endiliga høvi at síggja endaligu útgávuna av filminum.
Havnar Bio hevur nevniliga sett tvær sýningar á skrá mikukvøldið 22. juni – klokkan 19 og klokkan 20.30. Filmurin er hálvan tíma til longdar, og eftir hvørja sýning verður høvið at seta leikstjóranum spurningar, verður sagt í tíðindaskrivi.
Um Trøllabeiggja
"Trøllabeiggi" fer fram seinast í 1800'talinum.
Tveir brøður búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali. Eftir at elsti beiggin er deyður, stríðast teir báðir, ið eftir eru, hvør í sínum lag fyri tilveruni og sambandinum sínámillum.
Huglagið hevur íblástur úr millum annað klassiskum kovboy filmum, men í einum serføroyskum kovboy stíli: ein skerpi-western um man vil, har bæði ljóðuniversið, litviðgerð, søga – ja, stílur sum heild er serføroyskur.
Evni í filminum eru: familja, trúgv, náttúruna, ósemjur og stríð, skemt og arging, sterkar kenslur og deyði.
Handan filmin
Gudmund Helmsdal er stigtakari, leikstjóri og framleiðari; og Gudmund, Rakel Helmsdal og Torfinnur Jákupsson hava saman skrivað leikritið til filmin.
Í høvuðsleiklutunum eru Búi Dam og Nicolaj Falk.
Rógvi Rasmussen hevur filmaði, Sámal Blak og Ole Jakob Nielsen gjørdu palllutir, og Jonas Wagner klipti.
Tróndur Bogason skrivaði tónleikin, Eivør Pálsdóttir syngur, Jón McBirnie ljóðblandaði.
Johannus E. Johansen gjørdi visuellar effektir, og Rúna Friis Kjær litviðgjørdi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald