Mentan

Trøllini liðug - Tingtrøllini

Myndin, sum Janusi á Húsagarði hevur málað á ein garð á Tinghúsvegnum í Havn, er liður í listarliga átakinum ‘We need Art’

2026-05-15 12:27 Author image
Innsent
placeholder

Dámligi listamaðurin Janus á Húsagarði hevur málað trý trøll í Havn seinastu dagarnar í samband við ðatakið ‘We Need Art’.

Og tey hava fingið heitið Tingtrøllini. Tað komu nøkur fitt børn framvið, meðan Janus málaði, og søgdu, at hatta vóru Tingtrøll.

- Ja, tað má tað vera, tí øll børnini sum búgva á Tinghúsvegnum eru Tingbørn, greiddu børnini frá.

Og beint áðrenn seinasta penslastrokið, kom ein fitt eldri kvinna framvið og gav Janusi ein hjartaligan klemm, tí hon var so glað fyri trøllini. 

Eitt deiligt punktum fyri Tingtrøllini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder