placeholder
Innanlands

TROM fekk størstu játtanina

Talan var um 400.000 krónur. 30 umsóknir um tilsamans fýra milliónir komu í heyst, og ellivu filmsverkætlanir fingu tilsamans 909.000 krónur í stuðli. Løgtingið hevur hækkað stuðulin til film fyri 2021 við 200.000 krónum

Mentamálaráðið játtaði 400.000 krónur til sjónvarpskrimirøðina TROM, sum hevur íblástur frá krimisøgunum eftir Jógvan Isaksen. Tað var beint yvir 300.000 meira enn nakar annar (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Mentamálaráðið játtaði 400.000 krónur til sjónvarpskrimirøðina TROM, sum hevur íblástur frá krimisøgunum eftir Jógvan Isaksen. Tað var beint yvir 300.000 meira enn nakar annar (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-01-20 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær ferðir árliga ber til hjá filmsfólki at søkja stuðul til filmsverkætlanir. Fyrru ferð er 1. februar, og hin freistin er 1. september. Nú er greitt, hvørjar fingu stuðul í heyst, og hvussu nógv hvør fekk.  

Hesi ellivu fingu stuðul í september 2020:

Jón Hammer – 400.000 kr.

Torfinnur Jákupsson – 95.000 kr.

Elin Brimheim Heinesen – 90.000 kr.

Heiðrik á Heygum – 59.000 kr.

Deyvafelag Føroya – 55.000 kr.

Rannvá Jónsdóttir Johansen – 55.000 kr.

Julia í Kálvalíð – 55.000 kr.

Jónfinn Stenberg - 50.000 kr.

Beinta Haraldsen – 25.000 kr.

Terji Mohr – 15.000 kr.

Símun Ejler Berg – 10.000 kr.

Samanlagt 909.000 - talan er um dokumentarfilm, stuttfilm, listarfilm og spælifilm.

Hendan listan hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið kunngjørt á heimasíðu sínari í dag. Har verður eisini boðað frá, at 30 umsóknir komu inn, og søkt varð um tilsamans fýra milliónir krónur.

Nógv hevur verið frammi um játtanir til film seinasta árið. Serliga í desember varð viðgjørt og kjakast um, hvørt teknifilmsrøðin Skúla Scam hjá Tóka Janssyni skuldi fáa stuðul ella ikki, eftir at tað gjørdist greitt, at umsøkn hansara ikki varð gingin á møti, serliga vegna ljótan málburð.

TROM var á breddanum í 2019 og serliga fyrru hálvu av árinum í fjør, og í mars gjørdist greitt, at sjónvarpskrimirøðin, sum hevur íblástur frá vælumtøktu krimisøgunum eftir Jógvan Isaksen, fekk 450.000 krónur í stuðli, ið var størsta upphæddin. Tá fekk Andrias Høgenni eisini 450.000 til spælifilmin Brúðarvalsur, og samanlagt varð 1,795.000 millión latin fyri lítlum ári síðani.

Tað er Torfinnur Jákupsson, sum skrivar handritið til røðina TROM, og Jón Hammer er framleiðari. Verkætlanin fekk greitt størstu játtanina í hesum umfari: 400.000 til eftirframleiðslu. 

Samanlagt vóru 900.000 krónur eftir at lata til film. Torfinnur Jákupsson fekk beint undir 100.000 til at menna handrit til sjónvarpssendirøðina Tinganes, ið tekur støði í politisku samtíðarskaldsøguni Vit, Føroya fólk frá 2019 eftir Bjørk Mariu Kunoy. Elin Brimheim Heinesen fekk 90.000 kr. til arbeiðið við undanframleiðsluni av einum filmi, sum skal byggja á søguna Teodora eftir William Heinesen

Víðari rásarúm til filmslistina í 2021

Á fíggjarlógini fyri 2021 eru 2,9 milliónir játtaðar til at lata til filmslistina. Harvið eru 200.000 fleiri tøkar til verkætlanir. Hetta hegnast Jenis av Rana, landstýrismaður, um: 

- Føroyska filmslistarliga umhvørvið er virkið. Verkætlanirnar fevna víða og gerast eisini størri í vavi, og tí heitti eg í fíggjarlógarviðgerðini fyri 2021 á Løgtingið um at hækka stuðulin til filmslist, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum gleðist um, at áheitanin varð fylgd

Freistin at søkja fyrr ferð í ár er 1. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder