Tá Monte-Carlo sjónvarpsfestivalurin fer av bakkastokki Monaco í juni, verður tað við føroysku krimirøðini Trom í uppskoti til stóran heiður.
Festivalurin hevur kunngjørt, at Trom við Ulrich Thomsen og Olaf Johannesen í høvuðsleiklutunum, er í uppskoti til Golden Nymph virðislønina.
Talan er um ein tignarligan heiður sum eitt nú Borgen, The Killing, Modern Family og Breaking Bad eru farin avstað við.
(Skíggjamynd: Tvfestival.com)
Golden Nymph virðislønin fevnir um seks heiðurslønir í fiktiónsbólkinum. Besti filmur, besta røð, besta framleiðsla, besta kvinnuligan leikara, besta mannligan leikara og ein serligan heiður frá dómsnevndini.
Heiðurslønirnar verða latnar 21. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald