Innanlands

TROM-skaparin víðkar virksemið við Red Herring Story í London

Torfinnur Jákupsson hevur stovnað eitt systurfelag til føroyska GRÓ Studios. Navnið hevur ein tvítýdning, og felagið skal gera stórar framleiðslur - endamálið er samstundis at fáa føroyskt drama og føroysk talent longri út um landoddarnar

- Seinastu tvey-trý árini hava vit ment spenningsrøðir við støði í norðurlendskari frásøgu. Red Herring Story er ein natúrlig menning av hesum. Við nýggjari deild í London kunnu vit betur samstarva beinleiðis við sendistøðir, stroymingartænastur og samframleiðslufelagar við basu í Stóra Bretlandi eins og altjóða (Mynd: Finnur Justinussen)

- Seinastu tvey-trý árini hava vit ment spenningsrøðir við støði í norðurlendskari frásøgu. Red Herring Story er ein natúrlig menning av hesum. Við nýggjari deild í London kunnu vit betur samstarva beinleiðis við sendistøðir, stroymingartænastur og samframleiðslufelagar við basu í Stóra Bretlandi eins og altjóða (Mynd: Finnur Justinussen)

2025-02-25 13:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

TROM-skaparin Torfinnur Jákupsson víðkar nú sítt virksemi við almennu lanseringini av Red Herring Story, eitt bretskt systurfelag hjá føroyska GRÓ Studios, sum varð stovnað í 2022. Nýggja menningarfelagið hevur høvuðssæti í London við fokus á altjóða samframleiðslur afturat verandi verkætlanum í Føroyum og Norðurlondum.

Almenna lanseringin fer fram á vinnustevnuni MIP London, sum er hesa vikuna. Har ger føroyski filmshøvundurin og -framleiðarin Torfinnur Jákupsson fer at avdúka fyrstu verkætlanirnar hjá Red Herring Story. Við GRÓ Studios sum framhaldandi drívmegi handan føroysku og norðurlendsku verkætlanirnar, leggur Red Herring Story dent á bretska dramamarknaðin.

- Seinastu tvey-trý árini hava vit ment spenningsrøðir við støði í norðurlendskari
frásøgu. Red Herring Story er ein natúrlig menning av hesum. Við nýggjari deild í
London kunnu vit betur samstarva beinleiðis við sendistøðir, stroymingartænastur og samframleiðslufelagar við basu í Stóra Bretlandi eins og altjóða,” sigur Torfinnur Jákupsson. “Talan er um menning innan bæði fiktión og faktuelt. Í fyrstu atløgu er fokus á samfelagsliga viðkomandi brotssøgur og serstakar staðsetingar, sum viðgera samtíðarevni ígjøgnum eina politiska, umhvørvisliga og journalistiska linsu.

Sambært Torfinni er vónin at sameina tað besta úr norðurlendskum og bretskum
sjónvarpi, og navnið sjálvt á felagnum hevur eisini ein tvítýdning.

- Á enskum sipar ein ‘red herring,’ ella roykt sild á føroyskum, til eina villleiðing. Til tað, sum goymir seg undir yvirflatuni. Okkurt, ið áhaldandi fær áhoyraran og
áskoðaran at ivast og seta spurnartekin við tað, sum verður borðreitt við. Sum
filmshøvundur frá eini fiskitjóð hugsaði eg, at hesin tvítýdningurin hóskaði seg til eitt nokkso stuttligt navn, hugleiðir Torfinnur.

[object Object]

Red Herring Story er longu í samráð við samstarvsfelagar í Norðurlondum, Evropa, Bretlandi, USA og Suðuramerika, og fleiri tíðindi verða væntandi avdúkað seinni í ár. “Vit seta fokus á fjølbroyttar søgur við sterkum staðbundnum dýpi, sum tó eisini raka ein breiðari altjóða pall,” sigur Torfinnur.

Ein av fyrstu bretsku verkætlanunum hjá Red Herring Story er ein sonevndur
‘corporate crime thriller’ (vinnulig brotssøga), sum fer fram í fíggjardeplinum í Canary Wharf í London, har Torfinnur sjálvur áður hevur starvast sum journalistur. Í sendirøðini verður rannsakað í myrkum loynidómum innan altjóða fíggjarheimin,
"greenwashing’ og politiska ávirkan". Umframt fiktivar røðir kemur Red Herring Storyv eisini at menna faktuellar røðir og format, harímillum dokumentar- og realityrøðir við einum "thriller" dámi.

- Tað er ein strategisk víðkan av verandi virksemi í Føroyum og Norðurlondum, har vit longu hava fleiri framleiðslur í stoypiskeiðini. At koma beinleiðis inn á bretska marknaðin í einum kreativum vinnumiðdepli sum London er gullvert og hevur longu skapt fleiri nýggjar møguleikar, sigur Torfinnur.

Eftir altjóða bragdið við TROM er endamálið samstundis at fáa føroyskt drama og
føroysk talent longri út um landoddarnar.

- Vónin er, at hetta kann vera enn eitt stig framá fyri føroyska filmsvinnu og føroyskt drama úti í heimi. Partur av endamálinum er nevniliga eisini at royna at hjálpa øðrum, ið arbeiða við síni fyrstu stóru verkætlan sum filmshøvundur, framleiðari ella leikstjóri, at bróta ígjøgnum, sigur føroyski framleiðarin at enda.

Red Herring Story verður alment lanserað á MIP London í hesum døgum, har
Torfinnur Jákupsson fer at umrøða komandi verkætlanir hjá felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder