2020-06-30 21:40
Komandi leygardag 4. juli kl. 11-16 verður Tróndardagur í gamla býlinginum í Norðragøtu.
Nógv spennandi er á skránni – m.a. sangur við kórinum Eystanljóð og Tórshavnar Manskóri, sølubásar við heimagjørdum vørum, rundvísing á savninum, føroyskt ross við nýfylaðum fyli, søla av vaflum og kaffi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald