Mentan

Tróndur Patursson 80 ár í dag

Tróndur Patursson er ein av mætastu listamonnum í Føroyum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-03-01 17:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Listasavn Føroya: Í dag eru tað 80 ár síðan, at Tróndur Patursson bleiv borin í heim.

Tróndur Patursson er ein av mætastu listamonnum í Føroyum og ein teirra, ið hevur gjørt seg serliga galdandi kring allan heim við alskyns framsýningum og listprýðingum. Ígjøgnum eitt langt og virkið listaligt arbeiðslív á nærum 60 ár, hevur Tróndur Patursson givið eitt stórt og týðandi íkast til listapallin her á klettunum og úti í heimi til gleði fyri fólk í øllum aldri.

Her á Listasavni Føroya ber í løtuni til at uppliva serframsýningina "Ljós og litir", ið rúmar nýggj og eldri verk eftir Trónd og Brand Patursson.

Listasavn Føroya ynskir Tróndi Patursson hjartaliga til lukku við áttati ára degnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder