Mentan

Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen vrakaðir

Manningin á Vikuskiftissendingini í útvarpinum takkar fyri seg eftir seks árum við sendingini

Onkrar stórar løtur hava verið í Vikuskiftissendingini. Millum annað tá Terji Rasmussen fríggjaði til konuna beinleiðis. Hon segði ja, skal leggjast afturat (Mynd: Tróndur Vatnhamar)

Onkrar stórar løtur hava verið í Vikuskiftissendingini. Millum annað tá Terji Rasmussen fríggjaði til konuna beinleiðis. Hon segði ja, skal leggjast afturat (Mynd: Tróndur Vatnhamar)

2021-07-01 15:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verða ikki longur Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen, sum seta lagið “Når papen kjem heim”, sum tað seinasta í vikuskiftisssendingini fríggjadag.

Garparnir takka fyri seg eftir seks ár við sendingini, sum má sigast at vera blivin væl umtókt millum fólk.

Orsøkin er, at leiðslan í KVF hevur gjørt av at seta annan vert á sendingina, sum tó heldur fram fríggjadagar klokkan 17.

Á Facebook skrivar annar verturin, Leivur Thomsen, at teir báðir takka øllum lurtarunum, sum hava notið løtuna fríggjadag seinnapart saman við teimum.

- Vit vilja við hesum takka øllum tykkum lurtarum, sum hava notið fríggjadagsløturnar upp undir vikuskiftið saman við okkum. Vit vilja eisini takka trúgvu heimildarfólkunum hjá sendingini, umframt tykkum, ið hava luttikið sum gestir, skrivar Leivur Thomsen.

Teir heita á fólk, um ikki at senda fyrispurningar til teirra í sambandi við sendingina.

Sambært skránni hjá útvarpinum er tað Øssur Egholm, sum leggur sendingina “Vikuskifti” til rættis í morgin frá klokkan 17:05 til 17:58.

(Rætting 2. juli 13:31: Vit skulu gera vart við, at Leivur Thomsen og Tróndur Vatnhamar ikki eru uppsagdir í Kringvarpinum, men eru settir á aðrar uppgávur eftir seks árum við somu sending.)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder