Uttanlands

Tropisk melduródn herjir Eysturafrika

Melduródnin Idai hevur dripið í minsta lagi 100 fólk og oyðilagt fleiri túsundatals heim í Mozambique og Malawi

Mynd: DR

Mynd: DR

2019-03-15 10:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 100 fólk hava latið lív og túsundatals heim eru oyðiløgd orsakað av ódnarveðrinum, sum hevur herjað Mozambique og Malawi í Eysturafrika.

Sambært BBC var stórbýurin Beira í eystara partinum av Mozambique raktur av melduródnini Idai tíðliga í morgun. Í býnum búgva uml. ein hálv mió. fólk.

Vindurin hevur verið millum 50 og 64 m/s.

Næstu 24 tímarnir fer ódnin at flyta seg vestureftir móti Zimbabwe, og tá gerst ódnin til ein vanligan storm, men bæði vindurin og regnið verður framvegis oyðileggjandi.

Væntað verður, at bæði Malawi og Mozambique fáa upp til 300 mm av avfalli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder