Uttanlands

Tropisk ódn rakt Filipsoyggjarnar á jólum

Ódnin Phanfone hevur kravt í minsta lagi 20 mannalív

Balasan, Ilo-Ilo, Filipsoyggjarnar (Mynd: EPA)

Balasan, Ilo-Ilo, Filipsoyggjarnar (Mynd: EPA)

2019-12-26 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 20 fólk hava latið lív í Filipsoyggjunum, eftir at oyggjalandið varð rakt av eini tropiskari ódn seint jólaaftan.

Sambært DR, hendu øll deyðsføllini í Visayas-økinum.

Jólaaftan vórðu fleiri enn 10.000 fólk flutt burtur orsakað av harðliga vindinum og regninum. Eisini fór streymurin í fleiri býum.

Ódnin Phanfone herjaði við 54,1 m/s, og fleiri húsatekjur fóru í vindinum. Í støðum er heldur einki telefon- ella netsamband.

Í miðal verða Filipsoyggjarnar raktar av 20 ódnum og stormum um árið, og í nógvum førum doyggja fólk í illveðrinum. Eitt dømi um hetta er tropiska ódnin Haiyan, sum rakti oyggjalandið í 2013. Tá lótu uml. 7.300 fólk lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder