Uttanlands

Trot á brennievni í Bretlandi

Bensinstøðir lata aftur. Trot á lastbilførarum er orsøk til at veitingin av brennievni er støðgað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-27 18:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Trot á lastbilsførarum er vorðið ein so stórur trupulleiki, at nú er bensini farið at ganga undan. Boris Johnson, forsætisráðharri, umhugsar at seta herin á uppgávuna.

Eftir brexit gjørdist tað munandi truplari fyri útlendingar at fáa starv í Bretlandi, og hetta merkir millum annað, at fleiri tíggjutúsund lastbilaførarar og landbúnaðararbeiðarar nú ikki longur eru í Bretlandi.

Fyrr í heyst merktist trot á førum í handlunum, sum selja gerandisvørur, og um vikuskiftið gjørdist eisini trot á brennievni. Hetta fekk fólk at keypa inn undir seg, og fleiri bensinstøðir máttu steingja.

Stjórnin hjá Boris Johnson sýtir fyri, at tað er brexit, sum er orsøkin til kreppuna. Um vikuskiftið boðaði stjórnin tó frá, at ætlanin er at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri 5.000 lastbilførarum og 5.500 arbeiðarum innan matídnaðin, sum fáa arbeiðsvisum fram til jóla.

Koronakreppan hevur eisini sína orsøk til trotið á bilførarum, tí fleiri túsund bretar eru ikki slopnir upp til koyriroynd undir kreppuni.

Í dag hava fleiri bretskir miðlar skrivað, at Boris Johnson, forsætisráðharri, umhugsar at seta herin inn fyri at tryggja flutningin av brennievni.

Sambært stjórnini er ríkiligt av brennievni á goymslu. 

[object Object]
Bíðirøðir uttan fyri bensinstøð (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder