Uttanlands

Trot á sproytinálum kann hótta OL

Japan hevur ikki serligu kanylurnar, ið kunnu hála sætta skamtin úr hvørjum vaksinuglasi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-02-16 09:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Japanska koppsetingarætlanin er nú hótt av, at tað ikki er nóg mikið av nálum at koppseta við.

Japanskir myndugleikar stríðast við at fáa fatur á serligu kanylunum, sum verða brúktar til at fáa sum mest burtur úr hettugløsunum við koppsetingarevnunum.

Fleiri framleiðarar hava ilt við at fylgja við eftirspurninginum, og tað elvir nú til, at óttast verður fyri, at vaksinuskamtir í milliónavís fara fyri skeyti.

Japan gjørdi í januar avtalu við Pfizer um at keypa 144 milliónir skamtir av koppsetingarevninum hjá fyritøkuni.

Tað er nóg mikið til at koppseta 72 av teimum 126 milliónum borgarunum í Japan. Teir fyrstu av hesum skamtunum skuldu eftir ætlan gevast í morgin.

Sambært Pfizer er nóg mikið til seks koppsetingar í hvørjum hettugladi, men tað krevst ein serlig nál at fáa tann sætta skamtin úr glasinum. Tær meira vanligu holnálirnar kunnu bert hála fimm skamtir úr gløsunum. Og tað eru hesar nálirnar, sum japanska stjórnin hevur skaffað til umfatandi koppsetingarætlanina.

- Vit royna framvegis at tryggja okkum tær serligu kanýlurnar, sigur japanski heilsumálaráðharrin, Katsunobu Kato, í dag.

Hann kundi í farnu viku ikki svara nágreiniliga um hetta nú verður orsøk til at nógv færri japanar verða koppsettir.

Hvørki Pfizer ella japanska heilsumálaráðið hava enn svarað spurninginum, um veitingin av 144 milliónum skamtum byggir á um tað kunnu hálast seks skamtir úr hvørjum glasi.

Japanski forsætisráðharrin, Yoshihide Suga, hevur gjørt koppsetingarætlanina av japanska fólkinum til eitt mál fyri at kunna gjøgnumføra olympisku leikunum í Tokyo í summar.

Hóast fólkið er ivasamt, so hevur stjórnin sett sær fyri, at leikirnar skulu haldast.

Ætlaðu Olympisku Leikirnir í fjør vórðu útsettir orsaka av koronafarsóttini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder