Um vikuskiftið varð ein troyggja við brennimerkjum og blettum seld fyri 334.000 dollarar (gott tvær mió. krónur).
Tað serliga við hesari troyggjuni var, at tað var forsangarin í bólkinum Nirvana, Kurt Cobain, sum hevði átt hana.
Bólkurin Nirvana er kendur fyri løg sum "In Bloom" og "Smells Like Teen Spirit".
Kurt Cobain var í hesari troyggjuni, tá Nirvana hevði søguliga framførsluna til MTV Unplugged í 1993, bert eitt hálvt ár, áðrenn Cobain tók lívið av sær, bert 27 ára gamal.
Sambært tíðindastovuni Ritzau, hevur eingin vaskað troyggjuna, síðani Kurt Cobain var í henni.
Viðkomandi, sum seldi troyggjuna, hevði sjálvur keypt hana fyri uml. fýra árum síðani fyri 137.500 dollarar, ið svarar til uml. 927.000 krónur.
Auktiónshúsið hevði roknað við, at troyggjan hesuferð fór at verða seld fyri millum 200.000 og 300.000 dollarar.
Ein gittari hjá Kurt Cobain varð eisini seldur á uppboðssøluni – ein Fender Mustang, og hann fór fyri 340.000 dollarar, gott 2,2 mió. krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald