Uttanlands

Trúarbólkar í New York sleppa ikki longur undan at koppseta børn

Bara í ár eru 800 tilburðir av meslingum skrásettir í New York

Eitt skelti, ið ávarar um meslingar í jødiska grannalagnum í býarpartinum Williamsburg (Mynd: EPA)

Eitt skelti, ið ávarar um meslingar í jødiska grannalagnum í býarpartinum Williamsburg (Mynd: EPA)

2019-06-16 11:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú sleppa trúarbólkar í amerikanska statinum New York ikki longur undan at koppseta síni børn móti meslingum.

Orsøkin til hetta er, at USA í løtuni upplivir ringasta útbrotið av meslingum í fleiri áratíggju. Serliga er tað New York, ið er hart raktur. Har eru nevniliga fleiri enn 800 tilburðir skrásettir bara í ár.

Hósdagin samtykti senatið í New York at strika eitt undantaksloyvi, sum higartil hevur givið foreldrum loyvi til at lata vera at koppseta børn síni av religiøsum orsøkum.

Lógarbroytingin varð undirskrivað av demokratiska guvernørinum, Andrew Cuomo og kom í gildi beinanvegin.

Sum nú er, eru fleiri enn 1000 fólk í USA smittað við meslingum, og er tað skjótt hjá børnum í skúlaaldri at smitta hvønnannan.

Trúarbólkar í USA, m.a. ortodoksir jødar í New York, stúra fyri, at koppsetingin kann elva til autismu hjá børnum. Hetta er ein pástandur, sum heilsumyndugleikarnir fleiri ferðir hava víst aftur.

Tað er eisini ortodoksir jødar, ið eru hart raktir av meslingum í New York. Bara í býarpartinum Brooklyn eru 588 tilburðir skrásettir síðan oktober í fjør.

Men tað er ikki bara USA, sum hevur upplivað óvanliga nógvir tilburðir av meslingum.

Í 2017 doyðu uml. 110.000 fólk av meslingum, tey flestu av teimum børn. Hetta svarar til eina hækking á 22 prosent samanborið við 2016, skrivar Politiken.

Sambært barnafelagskapinum hjá ST, Unicef, er orsøkin til alt hetta, at fleiri milliónir av børnum ikki verða koppsett.

USA er tað ídnaðarlandið, ið hevur flest ókoppsett børn, vísir ein listi hjá Unicef. Frá 2010 til 2017 var talan um 2,5 mió. amerikonsk børn, ið ikki vórðu koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder