Kanadiska stjórnin hevur ætlanir um at krevja, at øll laksaaling, sum fer fram í British Columbia á vesturstrond Kanada skal fara fram í afturlatnum skipanin innan fimm ár.
Hetta rakar alivinnuna á staðnum hart, teirra millum norsku alifeløgini Mowi, Cermaq og Griet Seafood, skrivar netmiðilin iLaks.no.
Tað er kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, sum hevur kunngjørt ætlanina í valskránni hjá liberala flokkinum í Kanada.
Val til kanadiska tjóðartingið verður 21. oktober.
Í valskránni hjá liberala flokkinum hjá Trudeau verður bert vesturstrondin nevnd. Einki verður sagt um líknandi ætlanir eru við eysturstrondina, skrivar iLaks.
Felagsskapurin hjá laksaalarunum í British Columbia, BCSFA, tekur als ikki undir við ætlanunum hjá verandi stjórn. Felagsskapurin leggur liberala flokkin undir at vilja alivinnuni til lívs og vísir á, at ætlanin als ikki byggir á vísindi ella fakta.
- Í eini tíð, har leiðarar eiga at hyggja at veðurlagsbroytingum og tiltøkum at basa hesum, ætlar liberali flokkurin at niðurleggja alivinnuna og mælir til eina loysn, sum er bundin at framleiddari orku. Hetta hevur umfatandi umhvørvisavleiðingar við sær. Avgerðin rakar eisini familjurnar hjá 7.000 verkafólkum frá miðstættini í British Columbia, og avgerðin fær neiliga ávirkan á heilsu og vælferð í strandarsamfeløgunum, skrivar felagsskapurin í einum tíðindaskrivi.
Í eini grein í miðlinum Business Vandouver skrivar Don Noakes, sum er dekanur á deildini fyri vísundum og tøkni á Vancouver Island University soleiðis:
- Eg kann bara gita hvørjar orsøkirnar eru til hetta, men tær byggja so ikki á eftirfarandi vísundalig prógv. Kanada hevur stórar møguleikar at økja framleiðsluna í alivinnuni, men hesin politikkur virkar beint ímóti hesi ætlan, skrivar hann.
Liberali flokkurin hjá Justin Trudeau vann stórsigur á tjóðartingsvalinum í Kanada í 2015. Flokkurin fekk 184 sessir í tinginum, ein framgongd á heili 148 sessir, og tók harvið stjórnarvaldið frá konservativa flokkinum hjá Stephen Harper, sum gekk aftur úr 159 til 99 sessir.
338 fólk sita í kanadiska tjóðartinginum, og tískil krevjast 170 tingfólk fyri at skipa meiriluta.
Justin Trudeau og liberali flokkur hansara eru sterkir í júst British Columbia. Nýggjastu meiningskanningarnar í Kanada undan valinum 21. oktober benda á, at tað fer at eydnast Trudeau at endurvinna valdið, hóast flokkurin stendur at ganga eitt vet aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald