Liberali forsætisráðharrin í Kanada, Justin Trudeau, stendur til at kunna skipa nýggja minnilutastjórn eftir valið í gjár. Tað vísa fyrstu forsagnirnar sambært CBC sjónvarpsstøðini.
Hetta seinasta valskeiðið hevur Trudeau staðið á odda fyri kanadisku stjórnini eftir at flokkur hansara vann meiriluta á valinum fyri fýra árum síðani. So gott úrslit fær Trudeau ikki hesaferð, men liberali flokkur hansara gerst helst størsti flokkur kortini.
Tá helmingurin av atkvøðunum var taldur upp tíðliga í morgun, var liberali flokkurin størstur í 146 av 304 valdømum, skrivar Reuters.
So alt bendir á, at Trudeau missir meirilutan, hóast tað væntast, at hann kann halda fram sum forsætisráðharri.
Frammanundan var roknað við einum spennandi vali. Tá Trudeau í 2015 gjørdist forsætisráðharri, varð hann sæddur sum ein stjørna. Men fleiri gølur hava skatt hansara umdømi sum ein reinur, progressivur, liberalur politikari.
Ringasti kappingarneytin hjá Trudeau er 40 ára gamli konservativi Andrew Scheer, sum er komin við fleiri persónligum álopum á forsætisráðharran undir valstríðnum, ið verður mettur at vera tað skitnasta í Kanada nakrantíð.
Scheer hevur millum annað funnist at Trudeau fyri at hava málað andlit sítt svart undir eini grýluveitslu fyri fleiri árum síðani. Trudeau hevur biðið um umbering og kallað tað fyri rasistiskt.
Í Kanada verður, eins og í Bretlandi, valt við meirilutavali í einmans-valdømum.
Justin Trudeau á vali saman við konu og børnum (Mynd: EPA)
Kappingarneytin, konservativi Andrew Scheer (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald