Uttanlands

Trúgv í tí almenna rúminum

Jógvan Fríðriksson, Heini í Skorini, Sjúrður Skaale, Jaspur Langgaard og Ruth Vang luttaka til kjak í Løkshøll í kvøld, ið byrjar 19. Leikluturin hjá átrúnaði í almenna rúminum og í politikki verður viðgjørfur

Jógvan Fríðriksson fremstur til høgru í ólavssøkuguðstænastuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan Fríðriksson fremstur til høgru í ólavssøkuguðstænastuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-10-19 08:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Almenna rúmið eiga vit øll. Politikkin somuleiðis. Føroyar eru eitt kristið land, verður tíðum ført fram, samstundis sum vit tosa um trúar-, framsøgu- og savningarfrælsi føroyinga.

Soleiðis verður skrivað fyrst í kunningarrskrivinum hjá nýggja Háskúlanum í Nesvík, sum í hesum sambandi spyr: Hvønn leiklut hevur átrúnaðurin í tí almenna rúminum? Og hvønn leiklut eigur ella kann átrúnaðurin hava í tí politiska?

Tað eru fólk úr fólkakirkjuni, onkur sum eisini er útbúgvin innan átrúnað og politikkarar, ið verða við pallborið Jógvan Fríðriksson, Heini í Skorini, Sjúrður Skaale, Jaspur Langgaard og Ruth Vang luttaka. Ovi Brim leiðir løtuna í kvøld.

Boðað verður frá, at tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst, og fer hon fram á loksholl.fo

Byrjað verður klokkan 19 í Løkshøll.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder