2026-04-01 09:45
Trúgvason hevur latið frá sær staklagið ‘Einvera’. Eftir ein steðg upp á nærum tvey ár er aftur nýtt frá honum.
‘Einvera’ er ein oyralættur sangur í americana/country stíli.
Hetta er fjórði sangur, sum er útkomin frá hansara hond
Janus Trúgvason hevur gjørt orð og lag. Sangurin er tikin upp av Benjamin Petersen og hevur hann eisini ljóðblandað.
Tónleikarar eru:
Janus Trúgvason – guitar og sang
Benjamin Petersen – guitar, mandolin, steel lap
Mikal Blak – kontrabass, harmonium
Rógvu á Rógvu – trummur
Lagið er at finna á millum annað Spotify og Tidal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald