Taylor Hawkins, trummusláari í amerikanska rockbólkinum Foo Fighters, er deyður. Tað upplýsir bólkurin í morgun.
Hann gjørdist 50 ára gamal, og eftir sita kona hansara, Alison og trý børn teirra. Eingin deyðsorsøk verður nevnd.
Sambært Ritzau var bólkurin á konsertferð í Suðuramerika, og skuldu Foo Fighters eftir ætlan framføra í kolumbiska høvuðsstaðnum Bogotá fríggjakvøldið. Tað var sama dag, sum Taylor Hawkins varð funnin deyður á sínum hotelkamari.
Taylor Hawkins var trummusláari hjá Foo Fighters í 25 av teimum 28 árunum, bólkurin hevur verið til. Hann tók yvir eftir William Goldsmith í 1997.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald