Uttanlands

Trump: - Vit hava veruliga knýtt eitt band til Danmark

Sum er eitt ótrúligt land og eitt vakurt land. Amerikanski forsetin hevur veruliga broytt tóna, í mun til Danmark í samband við at avtalan um Grønland verður undirritað. Hann váttar, at tvær stórar hernaðarstøðir skulu byggjast í Grønlandi.

Donals Trump á talarastólinum í New York, har forsetin bara hevði okkurt at fegnast um, hvar Grønlandi og

Donals Trump á talarastólinum í New York, har forsetin bara hevði okkurt at fegnast um, hvar Grønlandi og "The Kingdom of Danmark" viðvíkur (Mynd: Brendan Smialowski/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-09-22 16:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv umrødda trygdaravtalan viðvíkjandi Grønlandi er undirskrivað í ST-bygninginum í New York.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, skýrir tað ein "win-win-win", og hóast hetta upp til mest hevur snúð seg um sambandið millum USA og Danmark, so er avtalan ikki gjørdd "um Grønland" men "við Grønlandi". 

Soleiðis segði Nielsen - og avtalan letur eisini hurðina upp fyri størri grønlendskum sjálvsrøði.

Frederiksen skýrdi USA ein "vin hjá danska kongaríkinum". Annars hevur umrøðan seinastu árini í stóran mun snúð seg um, hvussu vandamikið USA og Trump kann vera.

Men nú er alt sæla, sambært ovasta leiðaranum í ríkinum, og avtalan verður skýrd at vera ein mílasteinur. Mette Frederiksen og hinir leiðararnir sýttu annars av svara spurningum frá áhugaðu tíðindafólkunum.

[object Object]Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Fyri Donald Trump er eitt hetta eisini ein varði. Amerikanski forsetin, sum tosaði til sjálvan aðalfundin, staðfesti, at nú hevur USA "fult ræði á verjustøðuni í Grønland", og at "eingin fíggindi nú kann seta seg á tað.

Trump staðfesti søgurnar um, at USA fer at byggja tvær "ógvuliga stórar" hernaðarstøður í Grønlandi. Hesar vera við Narsarsuaq og Mestersvig. Møguleiki er eisini fyri øðrum støðum seinni.

Og so rósti hann Danmark, sum forsetin áður hevur spilt út, ella í minsta lagi stórt trýst á, við jøvnum millumbili.

- Danmark er eitt ótrúligt land - eitt vakurt land. Og vit hava knýtt eitt veruligt band til kongaríkið Danmark við hesum.

Les eisini: USA hevur ætlanir um tvær herstøðir í Grønlandi

Og hvussu so við Føroyum? Jú, Føroyar eru als ikki nevndar í avtaluna ella við á nakran hátt, uttan tað at vit hoyra undir danska kongaríkið. Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum og varaløgmaður, er til staðar í New York.

Hoyr Bárð á Steig Nielsen í samrøðu við FM1 her:
- Har stendur einki um Føroyar í avtaluni

[object Object]Mynd: Brendan Smialowski/Reuters/Ritzau Scanpix

Allir partar hava nú undirritað avtaluna um meira umfatandi verju av Grønlandi og artiska økinum - undir størri amerikanskum ræði.

Til ber at fylgja við á tv2.dk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder