Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, vísti seg í gjár fyri fyrstu ferð alment fram síðan hann var skotin í oyrað leygardagin. Tað hendi við bindi fyri oyrað á floksfundinum hjá republikanska flokkinum í Milwaukee, Wisconsin.
Trump var ikki koman fyri at halda røðu í fyrsta umfari, men fyri at vera við til at útnevna J. D. Vance til varaforsetavalevni og fyri sjálvur at verða útnevndur til forsetavalevni.
Donald Trump var stórliga fagnaður av floksfeløgunum, sum róptu "USA, USA, USA", og fyrrverandi forsetin helt nevan á lofti, tá hann kom inn á floksfundin.
Eftir ætlan fer Donald Trump at takka fyri tilnevningina undir eini røðu, sum hann fer at halda hósdagin.
Reuters tíðindastovan skrivar, at Trump hevur greitt frá, at hann er í holt við at umskriva røðu sína til floksfundin. Tann avgerðin er tikin eftir, hendingina leygardagin, tá hann var fáar sentimetrar frá at verða skotin í høvdið.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald