Klokkan ellivu føroyska tíð lótu fyrstu valstøðini í USA aftur. Tað var í statunum Kentucky og Indiana.
Har var Donald Trump favorittur at vinna, og alt bendir á, at hann lividi upp til hetta. Kentucky er longu dømt til Trump, og tað er Indiana so at siga eisini. Har eru 20 prosent av atkvøðunum taldar upp, og forsetin er á odda við heili 14 prosentum. Hetta gevur ávíkavist átta og 11 valmenn. Donald Trump hevur júst fingið fimm afturat - AP og Fox News hava nú sagt, at Trump hevur vunnið statin, og harvið hevur sitandi forsetin nú 24 valmenn. 270 eru neyðugur fyri at vinna.
Joe Biden hevur fingið tríggjar valmenn. Demokratiska valevni hevur sambært amerikanskum miðlum vunnið Kentucky, og tað var ikki nakað óvæntað.
Tað er nú næstan eisini greitt, at Joe Biden hevur vunnið Virginia, sum gevur 13 valmenn. Talan er um ein demokratiskan stat. Støðan er harvið 24-16 til Trump í løtuni. *
Valstøðini í New Hampshire, North Carolina og Ohio lata aftur. Í Florida lat aftur á midnátt, og í svingstatinum sær út til, at tað sum væntað fer at vera heilt javnt. Joe Biden er í løtuni er á odda við beint yvir 50 prosenum. prosentum. Donald Trump hevur 48 prosent. Hetta er ein statur, ið mett verður, Trump skal vinna fyri at hava ein møguleika. Florida, sum Trump vann seinast, gevur heili 29 valmenn. Valstøðini lata aftur klokkan 01.00.
*Dagført 00.45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald