Uttanlands

Trump aftur á veljarafundi í býnum Butler

Leygarkvøldið helt republikanska forsetavalevnið aftur veljarafund í býnum, har hann varð raktur av skotum í juli

Trump á veljarafundi í Butler í Pennsylvania leygardagin (Mynd: EPA)

Trump á veljarafundi í Butler í Pennsylvania leygardagin (Mynd: EPA)

2024-10-06 14:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Republikanska forsetavalevnið Donald Trump helt í gjár veljarafund í býnum Butler í statinum Pennsylvania, sama stað, sum hann varð fyri morðroynd á einum øðrum valfundi í summar.

Sambært tíðindastovuni AFP varð trygdin í økinum økt í hesum sambandi. M.a. stóð Trump og helt røðu aftanfyri skottryggum glasi.

Tað var 13. juli, at Trump varð raktur av skotum, tá hann stóð á røðarapallinum undir einum valfundi. Hann varð raktur í oyrað, og tveir aðrir persónar vórðu særdir, umframt at ein lat lív. Tann, sum lat lív var Corey Comperatore, ein 50 ára gamal maður, sum Trump valdi at minnast í røðu sínari leygardagin.

– Corey kundi ikki vera her við okkum í kvøld, og tað átti hann at verið. Hann er blivin eitt slag av fólkahetju, segði Trump.

Familjan hjá Comperatore og bjargingarfólkini, sum hjálptu til eftir hendingina á seinasta veljarafundinum í Butler vóru eisini til staðar.

Hevði ríkmann við sær á pallin
Trump hevði eisini ein gest við sær á pallin leygarkvøldið - ríkmannin Elon Musk, sum eigur fyritøkurnar X, Tesla og Spacex.

Í røðu sínari undirstrikaði Elon Musk týdningin av at skráseta seg sum veljari og fara á val.

– Skrásetið tykkum, okay? Og fái øll tey, tit kenna, og øll tey, tit ikki kenna at gera tað, segði hann og ávaraði um, at fóru tey ikki á val, fór komandi valið at vera tað seinasta.

– Tryggið tykkum, at tey veruliga fara á val. Gera tey ikki tað, verður hetta tað seinasta valið. Tað er mín spádómur.

[object Object]
Elon Musk á veljarafundi hjá Donald Trump (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder