Í nátt okkara tíð vendi amerikanski forsetin, Donald Trump, aftur í Hvítu Húsini eftir at hava verið innlagdur í tríggjar dagar á Walter Reed-hernaðarsjúkrahúsinum uttan fyri amerikanska høvuðsstaðin, Washington.
Tyrlan hjá forsetanum setti seg á grasvøllin framman fyri Hvítu Húsunum, og Trump var í hvítum munnbindi, tá hann veittraði til journalistarnar og gav teimum “thumbs up”, áðrenn hann fór upp trappurnar til íbúð sína.
Á trappuni tók hann munnbindið av og stillaði upp til fotografering og gjørdi herheilsan.
Í nátt deildi forsetin henda filmin á Twitter:
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) October 5, 2020
Her varð eisini ein boðskapur til veljararnar tikin upp:
- Eg havi lært nógv um koronavirus. Eitt er vist, lati tað ikki sleppa at stýra lívinum hjá tykkum. Verið ikki bangin fyri covid, sigur forsetin á videobandinum.
- Eg gekk á odda. Eg leiddi. Ongin leiðari, kundi gjørt tað, eg gjørdi.
- Eg veit, at tað er ein vandi, men tað er ok. Og eg havi tað betri nú. Kanska rínur tað ikki við meg, hvør veit?, sigur forsetin og heitir á amerikanarar um at halda fram við lívi teirra.
- Latið ikki hetta stýra tykkara lívi. Komið út, verið varin. Vit hava tann besta heilivágin í heiminum, ljóðar boðskapurin.
Joe Biden, ið kappast við Trump um forsetasessin, tók ikki væl ímóti hesum boðskapi. Á einum veljarafundi í Florida, svaraði hann forsetanum aftur.
- Fortel tað til tær 205.000 familjurnar, sum hava mist ein av teirra kæru, segði Biden.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald