Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur avlýst vitjanina í Pólandi. Tað váttar Trump fyri Washington Post sambært Ritzau. Varaforsetin Mike Pence fer til Pólands fyri Trump.
Eftir ætlan skuldi Donald Trump vitja Pólland um vikuskiftið, men hann hevur avlýst ferðina orsaka av einari ódn, sum hevur kós móti Florida.
Væntað verður at ódnin rakar eysturstrondina í Florida mánamorgunin við nógvum avfalli og vindstyrki upp á meira enn 200 kilometrar um tíman. Undantaksstøða er lýst at vera í Florida.
Í síðstu viku avlýsti Trump eisini ferðina til Danmarkar. Hetta tí, at danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen ikki vildi hoyra talan um at USA skuldi keypa Grønland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald