2025-01-15 17:30
Komandi forsetin í USA, Donald Trump, sigur at tað er fingin ein avtala í lag millum Hamas og Ísrael um at lata gíslarnar í Gaza leysar.
Tað boðar hann frá á egna sosiala miðli sínum, Truth Social.
- Ein avtala er gjørd um gíslarnar! Tey verða latin leys skjótt! Takk, skrivar hann.
Hann nevnir ikki nakað um vápnahvíld í dagføringini.
Enn er ikki komin nøkur almen váttan frá Hamas ella Ísrael. Katar, sum meklar í stríðnum í løtuni, hevur kallað til tíðindafundar í kvøld, skrivar Danmarks Radio.
Úr Ísrael frættist, at har ljóðar gleðisrómur á gøtunum. Vónin er nú, at eisini ein avtala um vápnahvíld er á veg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald