Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump royndi at leggja trýst á fólk í amerikanska løgmálaráðnum fyri at fáa forsetavalið í 2020, har hann tapti til núverandi forsetan, Joe Biden, ógildað. Hetta hóast eingi prógv vóru funnin um valsvik, sum Trump annars vildi vera við var orsøkin til tapið.
Tað vísa skjøl, sum New York Times hevur fingið hendur á.
Hetta hendi 27. desember, fáar vikur áðrenn Joe Biden formliga tók við sum forseti. Tá ringdi fráfarandi forsetin til táverandi løgmálaráðharran, Jeffrey A. Rosen og vararáðharra hansara, Richard P. Donoghue.
Telefonsamrøðan snúði seg um uppáhaldið um valsvik, sum løgmálaráðið hevði víst aftur, og tá vísti vararáðharrin á, at løgmálaráðið ikki hevði valdið til at broyta eitt valúrslit. Til hetta svaraði Trump bert, at tey bara skuldu siga, at valið var ógildað, og so skuldi hann taka sær av restini, skrivar Ritzau.
Skjølini hevur løgmálaráðið latið einari nevnd í Kongressini, sum kannar royndina hjá Trump at broyta valúrslitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald