Joe Biden er ikki ov gamal at vera forseti. Tað sigur undanmaður hansara, Donald Trump í samrøðu við NBC.
Tá Joe Biden varð valdur til forseta í 2020, varð hann tann elsti, sum nakrantíð varð blivin valdur til hetta embætið í søguni hjá USA. Tann nú 80 ára gamli Biden var tá 77 ár, men um tað eydnast Donald Trump at sleppa inn aftur í Hvítu Húsini í 2024, kann hann taka metið.
– Nakrir av størstu leiðarunum í heiminum hava verið yvir 80 ár, sigur 77 ára gamli Trump.
– Og Joe Biden er heldur ikki ov gamal. Men eg haldi, at hann er óskikkaður, og tað er ein størri trupulleiki.
Á næsta forsetavali verða Trump og Biden ávikavist 78 og 81 ára gamlir.
Ein veljarakanning frá AP-NORC vísti í august, at 77 prosent av teimum spurdu halda, at Biden er ov gamal at sita eitt valskeið afturat - 89 prosent av republikanarunum og 69 prosent av demokratunum.
Samstundis heldur helvtin, at Trump er ov gamal at sita eitt valskeið afturat - 71 prosent av demokratunum og 28 prosent av republikanarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald