2021-01-06 21:30

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur júst lagt eitt filmsbrot út á sosialu miðlarnar, har hann heitir á mótmælisfólkini í Washington D.C. um at binda frið og fara til hús.
Men í filminum heldur hann fast við, at tað var hann, sum vann valið við stórum meiriluta.
- Valsigurin varð tikin frá okkum. Tað var ein stórsigur. Tað vita øll, sigur Donald Trump í filminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald