Amerikanski forsetin, Donald Trump, krevur nú eina umbering frá bispinum í Washington D. C., Mariann Budde, fyri “andstyggiligar” (disgusting) útsøgnir.
Hetta skrivar forsetin á sosiala miðli sínum, Truth Social.
Forsetin, varaforsetin og familjur teirra vóru fyrrapartin eftir innsetanina til gudstænastu – National Prayer Service – í Washington National katedralinum í amerikanska høvuðsstaðnum.
Her vendi bispupurin sær beinleiðis til Trump forseta av prædukustólinum, og segði at hann ið sínum politikki skapar ótta, serliga millum tilflytar og LGBTQ-persónar í USA.
Hon heitti á forsetan um at “vísa náði” fyri hesum samfelagsbólkum.
Boðskapurin er ikki fallin í góða jørð hjá republikanska forsetanum.
- Hesin sokallaði bispurin, sum prædikaði á gudstænastuni týsmorgunin, var ein Trump-hatari frá uttasta vinstraveingi, skrivar forsetin í uppslagnum á Truth Social.
- Hon var andstyggilig í sínum tónalagi og hvørki sannførandi ella gávurík. Hon og kirkja hennara skylda okkum eina umbering!
- Umframt hennara óhóskandi útsagnir, so var gudstænastan ógvuliga keðilig og óinspirerandi, leggur Donald Trump afturat.
Samstundis leggur Trump eftir tilflytarum og tosa um eina “risastóra bylgju av lógloysi í USA”, skrivar USA.
Hoyr áheitanina hjá amerikanska bispinum í filmsbrotinum herundir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald