Uttanlands

Trump bjóðað stjóra í stríðsítróttasambandi starvið sum pressutalsfólk

Sambært CNN hevur Dana White, stjóri fyri Ultimate Fighting Championship tó takkað nei.

Dana White, stjóri í UFC og amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

Dana White, stjóri í UFC og amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-08 13:23 Author image
Alda Nielsdóttir

Amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði leygardagin frá, at hann hevði bjóðað stjóranum í stríðsítróttasambandinum Ultimate Fighting Championship (UFC) starvið sum pressutalsfólk í Hvítu Húsunum.

Starvið sum pressutalsfólk í Hvítu Húsunum hevur verið leyst, síðan Katie Zacharia fór frá miðskeiðis í oktober aftaná nakrar fáar dagar í starvinum. Fyrsti tíðindafundur hennara eydnaðist ikki væl, og bað Trump hana um at umhugsa sín leiklut.

Eisini kom fram, at hon, hóast hon hevði sagt seg vera sakførari, ikki hevðis taðið royndina, sum loyvir einum at virka sum sakførari í USA.

Les eisini: Nýggja talsfólkið hjá Trump fekk bert fáar dagar í starvinum

– Tað gleðir meg at kunngera, at tann stóri Dana White, sum er ein ógvusligur stríðsmaður, hevur fingið bjóðað starvið sum pressutalsfólk hjá USA, skrivaði Trump á Truth Social sambært Ritzau.

Trump hevði eisini lagt út myndir av nøkrum av størstu stríðsítróttarfólkunum í heiminum, m.a. meistarar úr Russlandi.

– Eg havi biðið hann um at taka nøkur fólk við sær, eisini hóast onkur teirra ikki er úr okkara landið, skrivar Trump.

– Vit hava tørv á hesum fólkunum fyri at verja okkum móti øra vinstravonginum.

– Dana, vinarliga tak av.

UFC er heimsins størsti fyriskipari av stevnum innan stríðsítróttargreinini MMA.

Amerikanski miðilin CNN sigur seg hava fingið at vita frá einari keldu, at Dana White hevur ikki tikið av tilboðnum.

Ein onnur sigur, at tilboðið hjá Trump ikki var meint í álvara.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald