Innanlands

Trump bjóðar Johnson til Hvítu húsini

Forsetin í USA, Donald Trump hevur bjóðað bretska forsætisráðharranum Boris Johnson á vitjan í Hvítu húsunum komandi ár skriva bretskir miðlar

Trump og Johnson á NATO topfundinum í London fyrr í mánaðinum (Mynd: EPA)

Trump og Johnson á NATO topfundinum í London fyrr í mánaðinum (Mynd: EPA)

2019-12-22 21:15 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Bretsku miðlarnir skriva at fundurin ímillum Trump og Johnson verður áðrenn Stóra Bretland fer úr ES tann 31. januar.

Innbjóðingin frá Trump er komin eftir at Johnson og konservativi flokkurin vunnu stórt á parlamentsvalinum fyrr í mánaðinum.

Bretska stjórin ynskir at fáa eina handilsavtalu í lag við USA, tá Stóra Bretland fer úr ES.  

Enn er ikki greitt júst nær í januar fundurin veðrur. Johnson hevði ynskt at fundurin var eftir Stóra Bretland er farið úr ES, tí hann ætlar at skifta út í stjórnini. Men fólk nær Johnson ynskja, at fundurin verður áðrenn ríkisrættar sakina ímóti Trump, sum væntandi byrjar í januar, soleiðis at hon ikki órógvar fundin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder