Amerikanski forsetin, Donald Trump, og nýggi bretski forsetisráðharrin, Boris Johnson, hava í morgun etið morgunmat saman í sambandi við G7-toppfundinum í Biarritz í Fraklandi.
Og sambært DR hevði Trump nógv rósandi orð at siga um Johnson.
Donald Trump segði, at hann helt Boris Johnson vera rætti maðurin at gjøgnumføra brexit, og hann lovaði eisini, at Stórabretland fer at fáa eina stóra handilsavtalu við USA, tá tey fara úr ES.
- Hann hevur ikki brúk fyri góð ráð, hann er rætti maðurin til arbeiðið, segði Trump.
Boris Johnson hevur eisini verið jaligur, og sigur seg síggja stórar møguleikar við einari slíkari handilsavtalu, men hann ásannar, at torførar samráðingar við USA liggja fyri framman.
Boris Johnson skal í dag eisini hitta Donald Tusk, ES-forseta, og á tí fundinum verður brexit helst ovast á dagsskránni. Hetta verður fyrstu ferð teir hittast, síðan Boris Johnson gjørdist forsetisráðharri.
Meðan leiðarar úr G7-londunum (Frakland, USA, Týskland, Italia, Japan, Stórabretland og Kanada), hava fundast, hevur verið skipað fyri ógvusligum mótmælum í grannabýnum Bayonne.
Sambært tíðindastovuni AP eru 68 fólk handtikin fyri m.a. at kasta lutir eftir løgregluni, fyri at fjala andlitið og fyri at hava lutir, sum kunnu brúkast sum vápn. Enn er ógreitt, um nakar hevur fingið skaða.
Hetta er 45. ferð, at skipað verður fyri G7-toppfundi. Fundurin varar til og við í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald