Uttanlands

Trump brúkti rætt sín at sýta fyri at svara

Amerikanska løgmálaráðið kannar Trump Organization – fyrrverandi forsetin varð kallaður til avhoyring í dag

2022-08-10 17:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, møtti í dag til avhoyring í amerikanska løgmálaráðnum á Manhattan.

Her skuldi hann avhoyrast í einum máli, ið snýr seg um Trump Organization, fyritøkuna hjá Donald Trump, og mátin sum felagið drívur sítt virksemi.

Men tað var ikki nógv, sum løgmálaráðið fekk at vita frá fyrrverandi forsetanum.

- Eg sýtti fyri at svara spurningum. Eins og ein og hvør borgari hevur rætt til sambært amerikansku grundlógina, sigur Trump í eini fráboðan, sambært Reuters.

Letitia James, demokratur og statsadvokatur í New York, er í holt við at kanna, um Trump Organization hevur blást virðini á sínum ognum upp.

Bæði Trump, og tvey av børnum hansara, Donald Trump Jr. og Ivanka Trump, hava roynt at sleppa undan at vitna í málinum.

Avhoyringin í dag hevði onki við rannsóknina av ognini hjá Trump í Florida, sum fór fram í gjár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder