Uttanlands

Trump: Eg fari ikki aftur til Twitter

Nú amerikanski ríkmaðurin, Elon Musk hevur keypt Twitter, kann tað enda við, at Trump, sum var útihýstur av sosiala miðlinum fyri tveimum árum síðani, sleppur inn aftur, men hann ætlar sær at halda seg til sín egna sosiala miðil, Truth, sigur hann

Trump á veljarafundi í Michigan fyrst í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)

Trump á veljarafundi í Michigan fyrst í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)

2022-10-29 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru nærum tvey ár síðani, at fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump varð útihýstur av m.a. Twitter í kjalarvørrinum á álopinum á kongressina 6. januar 2021, og fær hann møguleikan at koma aftur, er tað ikki nakað hann ætlar sær, sigur hann.

Fríggjanáttina varð keypsavtalan hjá ríkmanninum Elon Musk um keyp av sosiala miðlinum avgreitt, og Musk hevur longu boðað frá, at tað verða fleiri broytingar gjørdar.

Prísurin fyri keypið var, sambært BBC 44 milliardir dollarar (328 milliardir krónur).

Um broytingarnar hava við sær, at Trump sleppur aftur á Twitter, har hann hevði ein stóran fylgjaraskara, er ikki greitt enn, men Musk hevur sagt, at hann heldur tað var eitt mistak at útihýsa fyrrverandi amerikanska forsetan, og fer hann at seta eitt ráð at taka avgerð um hetta, skrivar Ritzau.

Trump varð útihýstur av Twitter, sum stúrdi fyri, at hann í dagføringum sínum fór at "eggja til meira uppreistur", og síðani hevur hann stovnað sín egna sosiala miðil, ið verður nevndur Truth (sannleiki, red.), og har ætlar hann sær at verða verandi heldur enn at fara aftur á Twitter, sigur hann.

– Eg verði verandi á truth. Mær dámar betur tann mátan, hann riggar, sigur Trump í samrøðu við Fox News Digital.

– Mær dámar væl Elon, men eg verði verandi á Truth, leggur hann afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder