Uttanlands

Trump: Eg fari ikki at stovna nýggjan flokk

Tað er ikki skilagott at deila republikansku atkvøðurnar sundur, segði Donald Trump, tá hann í gjár helt sína fyrstu røðu sum fyrrverandi forseti

Donald Trump (Mynd: EPA)

Donald Trump (Mynd: EPA)

2021-03-01 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump ætlar sær ikki at venda republikanarunum bakið og stovna nýggjan flokk. Tað segði hann í røðu sínari í gjár og konservativu politisku ráðstevnuni Conservatice Political Action Conference (CPAC) í Orlando.

Hetta var fyrsta røðan hjá Trump, síðan Joe Biden yvirtók forsetaembætið 20. januar.

At hann ætlar at stovna nýggjan flokk er "fake news", segði Trump.

– Hevði tað ikki verið smart? Latið okkum stovna nýggjan flokk, so vit kunnu deila atkvøðurnar sundur og ongantíð vinna, segði hann skemtandi og legði afturat:

– Vit hava republikanska flokkin. Hann fer at standa saman og vera sterkari enn nakrantíð fyrr.

Ein spurnakanning, sum varð gjørd herfyri vísti annars, at veljarar hjá fyrrverandi forsetanum høvdu fylgt honum, um hann gjørdi av at stovna ein nýggjan flokk.

Les eisini: Kanning: Helvtin av veljarunum fara at fylgja Trump í nýggjan flokk

Trump hevur áður sagt, at hann umhugsar at stilla uppaftur til forsetavalið í 2024, men í gjár vildi hann ikki siga nakað ítøkiligt um ætlanir sínar, men hann segði tó, at hann framhaldandi ætlar sær at vera partur av politisku dagsskránni komandi árini.

Trump helt fast við, at hann bert tapti forsetavalið í november orsakað av valsviki, og tað var í hesum sambandi, at hann nevndi møguleikan at stilla uppaftur til komandi val.

– Tit vita væl, at tey akkurát hava tapt Hvítu Húsini, men hvør veit? Kanska fari eg at vinna á tey fyri triðu ferð, segði hann.

Í røðu sínari fanst Trump eisini at eftirmanni sínum, Joe Biden, sum hevur strikað fleiri av tiltøkunum, sum Trump sjálvur setti í verk, meðan hann sat í Hvítu Húsunum.

– Vit vistu øll at Biden umsitingin fór at vera vánalig, men eingin av okkum hevði ímyndað okkum júst hvussu vánalig tey fóru at vera, og hvussu langt til vinstru tey fóru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder