Á tiltaki hjá republikanska flokkinum í amerikanska statinum Albama fríggjadagin, helt fyrrverandi forsetin, Donald Trump sína fyrstu røðu, síðan hann í vikuni varð ákærdur fyri samansvørjing.
Tá kallaði hann m.a. ákærurnar, sum vórðu reistar ímóti honum fyri falskar og andstyggiligar.
Les eisini: Donald Trump ákærdur fyri samansvørjing
– Hvørja ferð radikalu vinstrademokratarnir, marxistarnir, kommunistarnir og fasistarnir ákæra meg, síggi eg tað sum eitt heiðurstekin, segði Trump, og legði afturat, at ákærurnar høvdu hjálpt honum at fáa betri undirtøku.
Sambært veljarakanning frá síðst í juli, er Donald Trump langt frammanfyri hini, sum royna at gerast republikanskt forsetavalevni. Har fær Trump 54 prosent av atkvøðunum, meðan guvernørurin í Florida, Ron DeSantis fær 17 prosent.
Les eisini: Donald Trump liggur nógv fremst í kanningunum
– Fólk eru ill harúti. Teimum dámar ikki, hvat hendir við okkara landi, segði Trump, og legði afturat, at honum tørvaði eina ákæru afturat fyri at vinna valið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald