Í gjár gav hægsti rættur í USA umsitingini hjá fosetanum loyvi til at taka 2,5 millardir dollarar, tað eru næstan 17 millardir krónir, frá fíggjarætlanini hjá verjumálaráðnum til at brúka til múrin til Meksiko. Hetta skrivar Ritzau tíðindastovan.
Donald Trump lýsti í februar neyðrættarstøðu í USA fyri at fáa nóg mikið av peningini til múrin, sum hann hevur lova skal byggjast. Á fíggjarlógini, sum varð samtykt mitt í februar, vórðu 1,4 millardir dollarir settar av til hegn og landamørk, og hetta eru meira enn 4 millardir minni, enn Donald Trump hevur tørv á til 320 kilometra langa múrin á markinum til Meksiko.
Neyðrættarstøðan helt leingi, men ein dómari í Kalifornia blokeraði í mai fyri, at Trump slapp at fáa fleiri pengar tøkar orsakað av hesum. Orsøkin var, at kongressin ikki hevði viðtikið hetta. Men tá teir nígggju limirnir í hægsta rætti høvdu atkvøtt í gjár, gjørdist greitt at dómurin varð ógildaður. Tað var so marginalt sum gjørligt: Fimm vóru fyri, og fýra atkvøddu ímóti.
73-ára gamli forsetin skrivar á Twitter, at hetta er ein stórur sigur fyri múrin og harvið tryggleikan á markinum til Meksiko, men eisini til meginregluna í rættarsamfelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald