Donald Trump, forseti í USA, setti í nátt gongd á sítt valstríð fyri valið í 2020. Áleið 20.000 veljarar møttu til veljarafundin í Orlando í Florida í nátt.
Trump brúkti fundin til m.a. at leypa á “fake news-fjølmiðlarnar”, sum hann sigur sita klár at skriva lygnir um hann.
- Har sita fleiri fake news-fjølmiðlar har afturi, segði Donald Trump og peikaði á tað økið í salinum, har fjølmiðlarnir sótu.
Veljararnir svaraðu hesum aftur við at rópa at “CNN stinkar”.
Trump segði at valið í 2016 var avgerandi fyri søguna hjá USA og at búskapurin í landinum aldrin hevur staðið seg sterkari.
Trump legði eisini eftir demokratunum, sum hann segði royna at skræða USA sundur og at oyðileggja tað USA, sum vit kenna í dag.
- Ein atkvøða fyri ein demokrat í 2020 er ein atkvøða móti einari øking í radikalari sosialismu og oyðingina av amerikanska dreyminum, segði forsetin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald