Uttanlands

Trump farin úr Washington

Fráfarandi forsetin heilsaði viðhaldsfólkum sínum og lovaði at tey fóra at koma aftur “í onkrum formi”

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-20 15:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrr í dag fór Donald Trump forseti og Melania Trump úr Hvítu húsunum við tyrlu til Joint Base Andrews hernaðarfloghavnina uttan fyri Washington, har hann helt sína seinastu røðu sum sitandi forseti.

- Hetta hava verið fýra fantastisk ár, segði Donald Trump millum annað í røðuni.

Av pallinum nevndi hann tey nógvu avrikini, sum hann saman við umsitingini hevur fingið frá hondini í forsetaskeiðinum. Eitt nú styrkt hervald, nýggja rúmdarætlan, endurreisn av partabrævamarknaðinum og eina trygging av búskapinum áðrenn koronafarsóttin rakti.

- Vit gjørdu størstu skattanýskipanina nakrantíð í landsins søgu. Eg vóni ikki, at tey fara at hækka skattirnar aftur. Men gera tey tað, so hevði eg ávarað tykkum, segði Trump.

Hann heldur sostatt, at Biden-umsitingin hevur fingið best møguligar fyritreytir til eina góða byrjan.

[object Object]

Kemur aftur
Fráfarandi forsetin lovaði sínum áhoyrarum, at tey “fóru at koma aftur í onkrum formi”, men kom ikki nærri inn á, hvat hann meinti við tí.

- Havið eitt gott lív, vit síggjast skjótt, segði Trump at enda.

Hóast Donald Trump hevur brotið siðin um at vera til staðar í sambandi við forsetaskiftið, so helt hann kortini ein annan sið, sum er vanligur ein dag sum henda.

Eins og undangongumenn sínar, hevur Trump lagt eitt bræv til Biden í eggformaðu forsetaskrivstovuni í Hvítu húsunum.

Tað váttar Judd Deere, talsmaður í Hvítu húsunum fyri Washington Post í dag.

Seinasta røðan til fólkið
Í gjárkvøldið helt Donald Trump sína seinastu forsetarøðu til tjóðina, ið varð send í sjónvarpi.

Røðan kann lesast her 

Uttan at nevna Joe Biden við navni eina tí einastu ferð, so egði Trump, at hann “biður fyri”, at nýggja umsitingin fær hepni í sínum starvi.

Flytir til Florida
Tá Joe Biden verður tikin í eið í Washington D.C. lendir Donald Trump á sínum fyribils seinasta túri við Air Force One-forsetaflogfari í floghavnini nærhendis hansara egna golf-frítíðarstaði Mar-a-Lago í Florida.

Hildið verður, at hann og familjan fara at búgva har komandi tíðina. Fleiri amerikanskir miðlar hava skrivað, at Trump og familjan væntandi flyta fast til sólríka statin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder