Uttanlands

Trump fekk 307 milliónir krónur í valstuðli seinasta ársfjórðing

Sambært uppgerð er Trump tað valevnið, sum hevur savnað flest pengar inn. Hjá demokratunum savnaði Bernie Sanders mest inn – 230 mió.

Donald Trump (Mynd: EPA)

Donald Trump (Mynd: EPA)

2020-01-03 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er dýrt at føra valstríð í USA, og hava valevni tí tørv á nógvum fíggjarligum stuðli. Hetta fáa tey eisini frá bæði fyritøkum og einstaklingum.

Sambært uppgerð, sum varð kunngjørd í gjár, hevur sitandi amerikanski forsetin, Donald Trump, fingið 46 mió. dollarar í valstuðli seinasta ársfjórðing í 2019. Tað svarar til 307 mió. í okkara krónum.

Hjá demokratisku mótstøðufólkum hansara, hevur Bernie Sanders, senator úr Vermount fingið tað, sum svarar til 230 mió. í okkara krónum, og kemur hendan upphæddin frá 1,8 mió. einstøkum peningagávum.

Fyrrverandi varaforsetin, Joe Biden hevur fingið tilsamans 151,5 mió. krónur í sama tíðarskeiði, og Pete Buttigieg fekk 165 mió krónur.

Vinnulívsmaðurin, Andrew Yang, sum bert hevur undirtøku frá uml. 3,5 prosent av veljarunum, megnaði seinasta ársfjórðing í 2019 at savna inn 16,5 mió. dollarar, sum svarar til gott 110 mió. í okkara krónum.

Men tølini hjá øllum valevnum eru ikki almannakunngjørd enn. Eitt nú manglar uppgerðin hjá Elizabeth Warren, sum liggur sum nummar trý hjá demokratunum, skrivar Politiken.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder