Uttanlands

Trump fer at tilnevna nýggjan dómara til hægstarætt

Amerikanski forsetin hevur tosa við fleiri kandidatar

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-03 09:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Donald Trump, forseti í USA, er um at verða klárur at taka avgerð um hvønn hann fer at tilnevna til sessin sum nýggjur dómari í amerikanska hægstarætti. Tað váttaði Trump fyri AP í Hvítu Húsunum í gjár.

Trump segði, at hann hevur práta við fýra dómarar, og at hann nú ætlar at hitta tveimum ella trimum afturat, áðrenn hann tekur avgerðina.

Nýggjur dómari skal finnast til hægstarætt eftir at 81 ára gamli Anthony Kennedy í síðstu viku boðaði frá, at hann fór at gevast 31. juli.

Hetta er næstu ferð, at Trump skal velja ein dómara til hægstarætt. Dómarin skal eisini góðkennast av senatinum.

Republikanararnir vildu fegnir hava møguleikan at tilnevna nýggjan dómara til hægstarætt, áðrenn miðskeiðisvalið tann 6. november, tá 35 av 100 sessum í senatinum standa fyri vali, skrivar Danmarks Radio. Teir vilja hava dómaran á pláss áðrenn, um nú tað skuldi hent seg, at fleirtalið í senatinum skiftir frá republikanarunum til demokratarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder