2020-11-04 07:37
Donald Trump, forseti, ákærir nú demokratarnar fyri valsvik.
- Eins og eg segði frammanundan eru ætlanir nú frammi um at snýta við uppteljingini. Eg fari nú til Hægstarætt og fari at krevja, at uppteljingirnar støðga fyri at forða fyri valsviki.
- Vit hava ikki brúk fyri fleiri atkvøðum. Vit hava vunnið valið greitt, segði Donald Trump.
Sambært Danmarks Radio er tað heilt óhoyrt, at forsetin sigur seg vera vinnara langt áðrenn uppteljingin av atkvøðunum er liðug.
Tað, sum Trump ynskir er, sum skilst, at støðga uppteljingini av teimum nógvu brævatkvøðunum, sum eru komnar inn undan sjálvum valinum. Mett verður, at tað serliga eru demokratiskir veljarar, ið hava valt við brævatkvøðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald