Uttanlands

Trump: Ov seint til enn eitt sjónvarpskjak móti Harris

Tað er ov seint til enn eitt forsetasjónvarpskjaki, tí valið er longu farið í gongd, sigur hann

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-09-21 21:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Republikanska valevni til amerikanska forsetavalið, Donald Trump, fer ikki at luttaka í enn einum sjónvarpskjaki móti Kamala Harris.

Sjónvarpsstøðin CNN hevur annars bjoðað teimum báðum til kjak 23. oktober, og Kama Harris hevur játtað, og hevur eisini mælt Trump at gera tað sama.

Men fyrrverandi forsetin noktar.

- Tað er ov seint við einum nýggjum forsetasjónvarpskjaki, tí valið er longu farið í gongd, segði Donald Trump á veljarafundi í North Carolina í dag.

Stutt eftir fyrsta kjakið millum forsetavalevnini, sum var fyrr í hesum mánaðinum, vísti Trump eisini burtur, at luttaka í enn einum sjónvarpskjaki móti Kamala Harris.

Amerikanska forsetavalið verður 5. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder